Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 25. januar 2021
Vinnudagurin verður 1. oktober
Í ár verður Vinnudagurin aftur á skránni við spennandi skrá og kjósan av Ársins Virki og Vinnuátakinum.

Í fjør var Vinnudagurin avlýstur vegna Korona, men tað er ikki ætlanin í ár.

 

“Í 20 ár hevur Vinnudagurin trúliga verið hildin ár undan ári og er vorðin fastur táttur á skránni hjá Vinnuhúsinum og vinnulívinum, og ætlanin er, at soleiðis skal tað eisini vera framyvir”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Vinnudagurin er ein hátíðardagur har vinnulívsfólk og onnur áhugað hittast til gamans og álvara og fagna Ársins Virki og Vinnuátakinum.

 

Vinnudagurin verður sjálvsagt hildin í tráð við almennu tilmælini, og verður hann eftir ætlan hildin í Norðurlandahúsinum.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi