Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 08. mars 2021
Pætur Jakobsen frá SMJ fingið verkfrøði- og ráðgevaraprísin frá FRI
Ráðgevarafelagið ynskir Pætur Jakobsen og SMJ hjartaliga tillukku við verkfrøði- og ráðgevaraheiðrinum, sum verður latin ungum verkfrøðingum árliga.

Í farnu viku fekk Pætur Jakobsen deildarleiðari hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkuni SMJ, heiðurin at verða valdur at fáa verkfrøði- og ráðgevaraprísin, sum verður latin ungum verkfrøðingum av danska vinnugreinafelagnum fyri verkfrøðifyritøkur FRI.

 

Á aðalfundinum hjá FRI í farnu viku, var eitt av hæddarpunktunum at velja ársins unga ráðgevara. Hvørt ár síðan 2009 hevur FRI valt ársins unga ráðgevara, við støði í, at viðkomandi er í starvið hjá einum av limafyritøkunum umframt hevur luttikið í eini verkætlan, sum krevur dugnaskap og talent.

 


Vinnarin Pætur Jakobsen, sum er 35 ára gamal, er deildarleiðari hjá SMJ. Verkætlanin, sum Pætur fekk heiðurin fyri er nýbyggingin av smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond.

 

Grundgevingin frá dómsnevndini hjá FRI
- Pætur Jakobsen hevur sum leiðari fyri tøkniligu innleggingarnar í sambandi við byggingina av smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond víst, at hann hevur allar teir førleikar, sum ein góður ráðgevi skal hava og á einum høgum støðið. Hann hevur við sínum leiðslueginleikum tikið lyklaleiklut og evna eitt sera gott samstarv við kundan og aðrar samstarvpartar, sigur dómsnevndin í FRI. Les meira her.

 

Enn einaferð hjartaliga tillukku Pætur Jakobsen og SMJ.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi