Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 22. mars 2021
Dátuverndartiltøk fyri fyritøkur í ferðavinnuni og handverksvinnuni
Dátueftirlitið fer á tveimum tiltøkum í Vinnuhúsinum hesa vikuna at greiða frá nýggju krøvunum í dátuverndarlógini. Á tiltøkunum verður eisini høvi at seta og viðgera ítøkiligar og viðkomandi spurningar.

Tiltøkini eru málrættað fyritøkum í ferðavinnuni og handverksvinnuni, ið kundu hugsað sær nærri vegleiðing á dátuverndarøkinum.

 

1. januar var nýggj dátuverndarlóg sett í gildi í Føroyum. Hóast fleiri vegleiðingar eru gjørdar fyri at lýsa ymsu økini í dátuverndarlógini á vanligum máli, kunnu spurningarnir vera mangir, ið stinga seg upp í ítøkiliga arbeiðnum við dátuvernd.

 

Tiltøkini eru bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum og Føroya Handverksmeistarafelag.

 

 

Tiltakið fyri fyritøkur í handverksvinnuni verður:

Týsdagin 23. mars kl. 14.00 í Vinnuhúsinum
 

Tiltakið fyri fyritøkur í ferðavinnuni verður:

Mikudagin 24. mars kl. 14.00 í Vinnuhúsinum

 

Boða frá luttøku á industry@industry.fo ella 309900.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi