Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 22. mars 2021
Vegurin sum arbeiðspláss skeið umsíðir aftur á skrá
Tvey nýggj skeið eru á skrá tíðliga í summar. Annað skeiðið byrjar 1. juni og hitt tann 3. juni.

Vegurin sum arbeiðspláss hevur ikki verið á skrá hetta seinasta árið vegna Corona, men nú verður aftur gjørligt at skipa fyri skeiðinum.

 

Skeiðini verða hildin av EUC Nordvest. Tað fyrra er týsdagin 1. juni og mikudagin 2. juni. Seinra skeiðið verður 3. og 4. juni. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

 

Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:

 

Navn

Føðingardag

Teldupost

Fyritøku

 

Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan. 

 

 

Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi