Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. mars 2021
Tvey dátuverndartiltøk fyri vinnuni í farnu viku
Hesaferð vóru tiltøkini málrættað fyritøkum í ferðavinnuni og handverksvinnuni.

1. januar var nýggj dátuverndarlóg sett í gildi í Føroyum og nýggj krøv skulu nú lúkast á hesum økinum.

 

Hóast fleiri vegleiðingar eru gjørdar fyri at lýsa ymsu økini í dátuverndarlógini á vanligum máli, eru spurningarnir mangir, ið stinga seg upp í ítøkiliga arbeiðinum við dátuvernd.

 

Á tiltøkunum í farnu viku var høvið at fáa greitt frá høvuðstættunum í nýggju lóggávuni, men arbeitt var eisini ítøkiliga við ávísum spurningum, og møguleiki var at fáa greiðu á viðurskiftum, sum ivamál vóru um.

 

Hetta var eitt kærkomið tiltak til fyritøkur í ferðavinnuni og handverksvinnuni, ið kundu hugsað sær nærri vegleiðing á dátuverndarøkinum.

 

Tað var stjórin í Dátueftirlitinum, Katrin Thorsvig Hansen saman við starvsfólki í Dátueftirlitinum, sum hevði  tiltakið.

 

Fyri jól skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við KT-felagnum fyri dátuverndartiltøkum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Eisini hevur verið vinnugreinafelagið Samskifti havt eitt dátuverndartiltak fyri sínum limum.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi