Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 26. apríl 2021
Nevndin í Ráðgevarafelagnum afturvald
Aðalfundur var í Ráðgevarafelagnum 20. apríl. Klæmint Eliassen og Árni Jakobsen stóðu fyri vali og vóru teir báðir afturvaldir.

Árligi aðalfundurin hjá Ráðgevarafelagnum var í farnu viku. Klæmint Eliassen, Spenn og Árni Jakobsen frá SMJ stóðu fyri vali og vóru báðir afturvaldir. Sum eykalimir vóru Pætur Húsgarð, HMP og Heidi Poulsen, MAP arkitektar afturvald.

 

Í nevndini í Ráðgevarafelagnum eru nú: Klæmint Eliassen, Spenn; Rúni Abrahamsen, MAP arkitektar; Árni Jakobsen, SMJ; Selmar Nielsen, SNA og Eyðbjørn Brimnes, LBF. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni á komandi nevndarfundi.

 

Á aðalfundinum legði formaðurin í felagnum ársfrágreiðingina fyri 2020 fram.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi