Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 27. apríl 2021
Semja undirskrivað við YTF - Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-,fíggjar-,KT o.l fyritøkum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag skrivað undir semju við YTF. Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði við arbeiðarafeløgunum tann 1. mai 2020.

 

Sáttmálin er longdur við tveimum árum, og lønin hækkar tann 1. mai 2021 við 1,47%. Tann 1. mai 2022 hækkar lønin fyrst við 0,49% roknað av lønini í mars 2021, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25%.

 

Afturat hesum eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi