Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 03. mai 2021
Magnus Magnussen heldur fram sum formaður í Føroya Handverksmeistarafelag
Aðalfundur hevur verið í Føroya Handverksmeistarafelag. Fyri vali stóð Dávur Høgnason. Hann var afturvaldur.

 

Føroya Handverksmeistarafelag er meginfelag fyri lokalu handverksmeistarafeløgini, Havnar-, Eysturoyar-, Vága-, Suðuroyar Handverksmeistarafelag og Meistarafelagið í Klaksvík.

 

Saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar Føroya Handverksmeistarafelag av handverkara sáttmálunum við handverkarafeløgini. Handverksvinnan í Føroyum er sett saman av nógvum ymiskum fakum ella vinnugreinum, so sum skipasmíð, bilverkstøð, elektrikarar, matvøruframleiðsla (slaktari, bakari v.m.), húsasmíð, hárfríðkanaryrkið, tænari. Sáttmálin millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna fevnir tí um øll handverk.

 

Góð luttøka var á aðalfundinum. Á næsta nevndarfundi skipaði nevndin seg við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Hinir í nevndini eru Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi