Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 10. mai 2021
Setrið bjóðar leiðsluútbúgving í heyst
Í heyst ber til at søkja inn á masterútbúgving í leiðslu á Fróðskaparsetrinum.

Fróðskaparsetur Føroya boðar frá, at nýggj leiðsluútbúgving á masterstigi verður boðin út til heystar. Útbúgvingin er fyri fólk, sum annaðhvørt eru í leiðandi starvi nú ella fegin vilja tað. Her fært tú holla fakliga grund at standa á við granskingargrundaðari undirvísing og kanningararbeiði, tú lærir at leggja strategi, at fáa tað besta fram í tíni starvsfólk, so málini í strategiini verða rokkin, og so fært tú eisini eitt netverk, sum kann fáa stóran týdning fyri tína menning sum leiðari og gleði við at vera tað.

 

Heimurin er torgreiddur og umskiftiligur, og sum leiðari, ert tú tann, sum tíni starvsfólk og tey, sum brúka tína fyritøku ella stovn venda sær til. Við hesi útbúgvingini fært tú førleikar at leiða organisatiónina gjøgnum broytingartíðir, og tú lærir samanspælið millum etikk, leiðslu og strategi. Eitt lyklaorð er nevniliga burðardygg leiðsla.

 

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Talan er um parttíðarlestur, sum er skipaður í undirvísingarvikuskifti, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart, so til ber at arbeiða samstundis. Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har hvør partur tekur tvey ár. Og sum nevnt, so kanst tú taka diplom eftir tveimum árum ella fulla master eftir fýra árum. Útbúgvingin er fíggjað við gjaldið frá luttakarunum.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi