Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 25. mai 2021
Jógvan Hansen heldur fram sum formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag
Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur skipað seg.

Á aðalfundinum, sum var tann 6. mai, stóðu Jógvan Hansen og Marner Pattinson fyri vali, teir tóku báðir við afturvali. Harumframt var avgjørt á aðalfundinum, at víðka um nevndina úr 3 upp í 5 nevndarlimir. Magnus Jespersen og Jógvan Gregersen vórðu skotnir upp.

 

Allir 4 vóru valdir. Jens Pauli Petersen er nevndarlimur, og stóð hann ikki fyri vali hesaferð.

 

Í nevndini, sum nú hevur skipað seg, eru nú:

Jógvan Hansen, formaður

Jens Pauli Petersen, næstformaður

Marner Pattinson

Magnus Jespersen

Jógvan Gregersen

 

Dánial Hansen varð valdur sum eykalimur.

 

fv. Jógvan Gregersen, Jens Pauli Petersen, Marner Pattinson og Jógvan Hansen (Magnus Jespersen manglar á myndini)

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi