Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 28. mai 2021
Smyril siglir allíkavæl: Um tá tað almenna ger tunlar
Enn einaferð verður pástaðið, at tað er bíligari at gera almennar tunlar enn, tá privat bora tunlar. Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at hetta passar ikki!

Tá Henrik Old, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum sigur, at tað er bíligari at gera tunlar alment enn privat, kemur hann við einari prinsipielt skeivari samanbering. Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, vísti í Degi og viku tó á, at tað er eitt annað upplegg, har tunlar m.a. vera tiknir munandi skjótari í brúk. Men eisini her rakar samanberingin við síðuna av, tí tølini fyri nýggjastu privat gjørdu tunlarnar vísa greitt, at prísurin er munandi lægri, tá privatar fyritøkur bora í mun til meturprísin hjá tunnilstoyminum hjá Landsverki.

 

Nú tunnilstoymið hjá Landsverk er við at hava brúkt sítt budget fyri árið, var umrøða í miðlunum um, hvussu tunlar kunnu gerast alment. Í innslagi í Degi og Viku tann 11. mai greiðir stjórin í Landsverki frá, at tunnilstoymið hevur brúkt uml. 10 mió. higartil í ár. Nakað av peningi er fluttur frá í fjør. Annars fær tunnilstoymið játtaðar 9 mió. um árið at arbeiða fyri. Góðir 250 m av 2200 m eru boraðir. Hetta svarar til ein meturprís, sum eitur 40.000 kr./m.

 

Føroya Handverkmeistarafelag kundi hugsað sær at frætt, hvussu hesar útreiðslur verða roknaðar. Tað sær í øllum førum út til, at fastir kostnaðir ikki vera roknaðir við. Men útgerð og umsiting kosta. Tað tykist sum, at tá landið keypir maskinur og útgerð, verur hesin kostnaðurin ikki tikin við. Men hóast hetta, er meturprísurin hjá tunnilstoyminum munandi hægri, enn hvat privat gjørdir tunlar kosta. Til samanberingar eru privat gjørdu tunlarnir gjørdir fyri undir 30.000 kr./m. hesi seinastu árini. Hendan samanberingin er bert fyri at gera sjálvt holið og útkoyring av tilfarinum. T.v.s. tað sama sum tunnilstoymið ger fyri 40.000 kr./m.

 

Afturat tí, at gera eitt hol, koma kostnaðir til at gera vegbreyt, leiðingar í lendir, vatn- og frost trygging, asfalt, portalar, umframt tekniskar installatiónir, áðrenn tunnilin kann sigast at vera liðugur.

 

Veit helst at pástandurin ikki passar

Henrik Old pástendur í Degi og viku tann 14. mai, at landið kann gera tunlar fyri hálvan prís. Allarhelst veit hann væl at hetta ikki passar.

 

Í innslagnum í Degi og viku tann 11. mai tosaði journalisturin eisini við tunnilstoymið. Spurdur um hvat fyrimunurin er við at gera ein tunnil uppá hendan mátan, svarar arbeiðsformaðurin at “tað er bíligari... og spurningurin er, nær ein slíkur tunnil annars skuldi komið”

 

Í síni fyrru útsøgn ferð hann, sum omanfyri greitt frá, skeivur, men seinra útsøgnin forklárar hví. Sannleikin er tann, at tunlar eru kostnaðarmiklir og skuldi mann játtað fígging til allan tunnilin í einum, høvdu landsins leiðarar vaknað við. Tá er lættari at játta hesar smáu 9 mió. í nógv ár; eisini um mann samanlagt rindar munandi meira fyri tunnilin. Tað mann vera hetta, sum Henrik Old veit av. Tí er tunnilstoymið sett á stovn.

 

Føroya Handverksmeistarafelag hevur einki ímóti at mann borar tunlar til smærru bygdirnar. Um landsins myndugleikar heldur vilja rinda 40 tkr/m. enn 30 tkr./m., so eigur mann at vera erligur um tað og gevast við at turka sína manglandi støðutakan av á vinnuna við ákærum og skeivum pástandum.

 

Hetta minnir ikki sørt um, tá hin ferðandi ikki skilti hví hann skuldi rinda fyri at sigla við Smyrli, tá hann allíkavæl siglir. Tunnilstoymið arbeiðir allíkavæl hjá Landsverki og maskinurnar eru jú har. Tá kann mann tað sama bora eitt sindur, so mann fyrr ella seinri kemur útaftur í Dali.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi