Tíðindi: Handilsvinna Ι 31. mai 2021
Vegleiðing um dátuverndarlógina
Handilsvinnufelagið hevur latið gjørt ein stuttan faldara við nøkrum einføldum vegleiðingum til vanligar handlar, hvussu teir eiga at bera seg at í gerandisdegnum, fyri at halda ásetingarnar í nýggju dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar í ár.

Tað er felagið Eirin, sum dagliga vegleiðir privatum fyritøkum um nýggju dátuverndarlógina, ið hevur fyrireikað og gjørt faldaran fyri Handilsvinnufelagið.

 

Limir í Handilsvinnufelagnum kunnu fáa faldaran við at venda sær til Vinnuhúsið.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi