Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 07. juni 2021
Skrivstovufólk ella samskipari til Vinnuhúsið
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum skrivstovufólki og samskipara til Vinnuhúsið. Sum skrivstovufólk og samskipari ert tú akkerið innanhýsis og hevur sera fjølbroyttar uppgávur. Tú situr í móttøkuni og umsitur skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat luttekur tú í fleiri verkætlanum, har tú millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So eigur tú at søkja hetta starvið í Vinnuhúsinum.

 

 Høvuðsuppgávur

-  Umsita limaviðurskifti, senda rokningar v.m.
-  Umsita heimasíðu
-  Dagføra sáttmálar og lønartalvur
-  Savna inn upplýsingar
-  Samskipa tiltøk í samstarvi við onnur
-  Umsita móttøkuna, skrivstovuhald og skrivaraarbeiði
-  Samskipa innanhýsis mannagongdir í samráð við stjóra og starvsfólk
-  Vera ábyrgdarpersónur av CRM-skipanini

 

 Førleikar:

-  Hevur hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir
-  Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
-  Dugir væl at samskifta á føroyskum
-  Hevur góðan telduførleika
-  Evnar at fara í smálutir

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við heimasíðuskipanum, hevur kunnleika til arbeiðsmarknaðin og vinnuna umframt dugir væl at samskipa.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til stjóran Maritu Rasmussen marita@industry.fo ella við at ringja 739909.

 

Umsókn skal sendast til Vinnuhúsið við telduposti til industry@industry.fo frámerkt “starv”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2021, kl. 12.00.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi