Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 28. juni 2021
Handilsjavnaavlopið nógv minkað
Føroyska útflutningsvirðið er fallið við á leið somu upphædd, sum føroyski innflutningurin er vaksin, og tí er føroyska handilsjavnaavlopið nógv minkað fyrstu fýra mánaðirnar í ár

Sambært Hagstovu Føroya var føroyska handilsjavnaavlopið við vørum, uttan skip og flogfør, góðar 124 mió. kr. fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við umleið 420 mió. kr. somu tíð í fjør. Útflutnings­virðið minkaði 146 mió. kr. samstundis sum innflutningurin vaks við 149 mió. kr.

 

Handilsjavnaúrslitið er sostatt góðar 295 mió. kr. minni fyrsta triðingin av hesum árinum, samanborið við fyrsta triðingin av 2020.

 

Januar – apríl (tús. kr.)

2020

2021

Munur

í %

Útflutningur tilsamans

2.860.668

2.714.700

-145.968

-5,1

Laksur

1.083.524

1.226.028

142.504

13,2

Uppsjóvarfiskur

582.440

350.317

-232.123

-39,9

-Svartkjaftur

48.805

72.114

23.309

47,8

-Sild

155.551

197.354

41.803

26,9

-Makrelur

378.084

80.849

-297.235

-78,6

Toskur hýsa og upsi

535.724

476.825

-58.899

-11,0

Síl rækjur og onnur fiskasløg

499.776

542.862

43.086

8,6

Aðrar vørur

159.205

118.668

-40.537

-25,5

Innflutningur tilsamans

2.440.878

2.590.279

149.401

6,1

Til hav- og landbúnað

159.342

169.190

9.849

6,2

Rávøra til fiskavirking

191.037

215.426

24.390

12,8

Tilfar til byggivinnuni

284.986

236.144

-48.842

-17,1

Tilfar til aðra framleiðslu

528.669

558.170

29.501

5,6

Maskinur og amboð

213.970

272.627

58.657

27,4

Brennievni

357.151

364.642

7.492

2,1

Akfør

185.621

165.658

-19.963

-10,8

Til beinleiðis nýtslu

520.104

608.421

88.317

17,0

Handilsjavni u/skip og flogfør

419.791

124.421

-295.369

-70,4

 

          Kelda: Hagstova Føroya.

 

Á útflutningssíðuni eru tað serliga makrelurin og botnfiskurin, ið hava havt stóra ávirkan á fallið í útflutningsvirðinum.

 

Fyri makrelin er tað manglandi atgongd at fiska í fremmand­um sjógvi, eftir at Brexit gjørdist veruleiki 1. januar í ár, sum er høvuðsorsøkin til, at útflutningsvirðið minkaði næstan 300 mió. kr. fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Fyri botnfiskin eru tað avleiðingarnar av koronatiltøkunum, úti í heimi, og vánaligur fiskiskapur eftir mest vanligu botnfiskasløgunum, sum hava flutt útflutningsvirðið á botnfiski næstan 60 mió. kr. skeiva vegin hesar fyrstu fýra mánaðirnar av árinum.

 

Vøksturin í innflutninginum er serliga drivin av privata eftirspurninginum til beinleiðis nýtslu, sum tók rættiligt dik á seg, stutt eftir, at koronatiltøkini forðaðu føroyingum at fara uttanlands at ferðast. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var næstan 90 mió. kr. hægri fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborin við somu tíð í fjør, tó var innflutningurin av akførum næstan 20 mió. kr. minni enn tíðina, beint áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í verk, um miðjan mars 2020. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er eisini nógv minkaður. 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi