Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 16. august 2021
Greinarøð skal lýsa avleiðingarnar av starvsfólkatrotinum
Vinnuhúsið fer nú undir eina greinarøð, sum skal lýsa ítøkiligu avleiðingarnar fyri samfelag, vinnu og borgarar av, at føroyskum vinnufyritøkum vantar so nógv starvsfólk til at kunna útinna sínar ætlanir.

Í greinarøðini verður tosað við fyritøkur úr ymsum vinnugreinum, so tað ber til at fáa eina fatan av, hvussu breitt starvsfólkatrotið rakar. Starvsfólktrotið ávirkar menningarmøguleikarnir hjá føroysku fyritøkunum.

Støðan er tann, at samstundis sum arbeiðsloysið er sera lágt, hava vit eitt stórt tal av ósettum størvum, kanska tað hægsta talið á ósettum størvum nakrantíð. Samstundis mugu fleiri ætlanir hjá fyritøkum um at menna virksemið útsetast ella broytast, snøgt sagt, tí starvsfólk ikki eru tøk til uppgávurnar.

Karmarnir kring arbeiðsmarknaðin, herundir útbúgvingarpolitikkurin og møguleikarnir at tiltrekkja og fasthalda starvsfólk úr øðrum londum, eru ein sera týðandi partur av vinnupolitikkinum, og í hesum døgum nokk tann mest týðandi fyri framtíðarmenningina í Føroyum. Tað er tí umráðandi, at politiski myndugleikin raðfestir arbeiðið við at tryggja, at vit hava starvsfólk til tær uppgávurnar, sum føroyska samfelagnum tørvar, bæði nú og frameftir.

Fyrsta greinin verður í tíðindabrævinum í dag, har greitt verður frá, hvussu starvsfólkatrotið í samfelagnum ávirkar Smyril Line. Komandi vikurnar verður greitt frá støðuni hjá øðrum fyritøkum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi