Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 16. august 2021
Smyril Line: manglandi starvsfólk kann forða fyri vøkstri
Avbjóðingin at finna starvsfólk ger tað trupult at hugsa um menning og vøkstur. Skulu vit vera kappingarfør, má atgongdin til arbeiðsmegi uttan fyri ES betrast, og arbeiðsloyvini avgreiðast skjótari. Í hesum tíðum er tað ikki bert kappingarføri í breiðum týdningi sum sipa verður til. Støðan er nú, at tað snøgt sagt mangla hendur til øll størvini sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Smyril Line er ein av nógvum føroyskum fyritøkum, sum hevur avbjóðingar við at finna starvsfólk.

Virksemið er nógv broytt seinastu árini, har felagið m.a. er farið undir nýggjar rutur, Norrøna er útbygd, og eftirspurningurin frá kundum er øktur. Ein týðandi fortreyt fyri vøkstri er, at felagið hevur nóg mikið av skikkaðum starvsfólki, men tað er ongin løtt uppgáva í hesum døgum.

Tað er sera trupult at reka vinnuligt virksemi, tá ein so grundleggjandi fyritreyt sum starvsfólk manglar. Á Smyril Line hava tey megnað at mannað størvini, men stjórin vísir á, at við verandi gongd ber illa til at hugsa um menning og vøkstur.

 

Hørð kapping um starvsfólk og støðan bara versnar

Smyril Line samtakið hevur tilsamans 475 starvsfólk . Høvuðsvirksemið er at flyta ferðafólk og farm. Hetta er ein altjóða vinna, og kappingarneytarnir eru í høvuðsheitum útlendsk feløg.

Kappingin um sjófólk er beinhørð.

- Kappingarneytarnir hava betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi uttanfyri ES. Stóri trupulleikin er, at arbeiðsmegin ikki er til staðar. Loysnin er, at vit fáa betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Støðan við rekruttering hetta seinasta árið er bara versnað, og felagið hevur brúkt nógva orku til at finna starvsfólk.

 

Út um ES

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað má gerast lættari at fáa fatur á arbeiðsmegi uttan fyri ES. Til dømis hava Filipsoyggjarnar nógv dugnalig sjófólk og starvsfólk innan hotel- og matstovuvirksemi.

Hjá føroyskum feløgum er tó trupult at fáa fatur á filipinum, tí okkara lóggáva er ov stirvin og bíðitíðin alt ov long.

Stjórin á Smyril Line eftirlýsir eina skipan, sum líkist teirri fyri arbeiðsmegi úr ES.

-  ES-arbeiðsmegi riggar væl, tí vit hava eina undangóðkenning, og fólkini kunnu fara til arbeiðis beinanvegin. Okkum nýtist ikki at bíða í fleiri mánaðir eftir einum arbeiðsloyvi. Um vit kundu fingið eina líknandi skipan fyri t.d. filipinarar, so var støðan munandi betur fyri okkum, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Ov long bíðitíð

Royndirnar í Smyril Line eru, at tað tekur alt ov langa tíð at fáa arbeiðsloyvi til fólk uttan fyri ES. Tey hava roynt fleiri ferðir, og bíðitíðin hevur verið 6-9 mánaðir.

- Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nøktandi. Í privatu vinnuni henda ting skjótt, og vit mugu vera klár at gera tillagingar. Fólk skifta starv, og tí ber snøgt sagt ikki til at langtíðarplanleggja setanir á hendan hátt. Tá so endiliga starvsfólkið kann byrja at arbeiða, kunnu aftur viðurskifti vera broytt. Tí er útlendingalógin als ikki í tráð við veruleikan, sum vinnan virkar undir, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Eftir summarfrítíðina byrja fyrireikingarnar til summarsiglingina hjá Norrönu í 2022. Longu nú er greitt, at tað verður ein stór avbjóðing at finna arbeiðsmegi. Serliga tí felagið hevur ætlanir um vøkstur og menning, og talið á ferðafólkum væntandi fer at normaliserast aftur eftir koronafarsóttina.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi