Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. august 2021
Bára Gunnarsdóttir sett í starv sum samskipandi skrivari í Vinnuhúsinum
Bára Gunnarsdóttir er útbúgvin skrivstovufólk umframt bachelor í sosialvísind frá Fróðskaparsetri Føroya og hevur arbeiðsroyndir frá m.a. Vodafone og Magn.

Uppgávurnar hjá Báru eru fjølbroyttar og fevna um at umsita skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat fer hon at luttaka í fleiri verkætlanum, har hon millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.


Vit ynskja Báru vælkomnari í Vinnuhúsið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi