Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 06. september 2021
Í morgin kunnu øll melda til Vinnudagin 2021
Fríggjadagin 1. oktober verður Vinnudagurin, og í morgin 7. september ber til hjá øllum at melda til.

Fríggjadagin 1. oktober verður Vinnudagurin, og í morgin 7. september ber til hjá øllum at melda til.

Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2021 til serligan prís, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.

 

At hoyra á Vinnudegnum 2021 verða Kjell Bjordal, fyrrverandi samtaksstjóri í EWOS Gruppen og Glamox-gruppen, og nú m.a. formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV, Martin Tvede Zachariasen, rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, og Inga Hlín Pálsdóttir, ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Visit Iceland.

 

Á skránni verður eisini kjak við heitinum Hvussu manna vit størvini í Føroyum?. Í kjakinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sonja Jógvansdóttir og Marita Rasmussen. Brynhild Thomsen stýrir kjakinum og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin. Johnny í Grótinum hevur eina innleiðandi framløgu til kjakið.

 

Høvið verður eisini at uppliva sera stuttliga íslendska skemtaran Ari Eldjarn. Summi kenna helst framførslu hansara á Netflix ‘Pardon my Icelandic’.   

 

Veitslan í ár verður hildin í í hugnaliga umhvørvinum við Rættará í Müllers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi og umborð á Westward Ho.


Les meira um Vinnudagin her.

Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðu hjá Vinnuhúsinum.

Í dag afturat er bert møguligt hjá limum at melda til. Í morgin verður møguligt hjá øllum at melda til.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi