Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 20. september 2021
Skeið í ráðlegging av verkætlanum
Mikudagin 29. Septembur 2021 skipar Ráðgevarafelagið fyri skeið í álítandi fíggjarætlanum og skipanum

Á skeiðnum verður dentur lagdur á bestu framferðarhættir innan ráðgeving, váðastýring og kostnaðarmeting í einari verkætlanar tilgongd. Framferðarhátturin boðar tíðliga byggiharranum frá, um ivamál eru í eini verkætlan og gevur tískil eisini størri møguleika fyri at taka tær røttu avgerðirnar.

Framferðarhátturin megnar at:

 

  1. Tryggja byggiharranum betri til verkætlanina

  2. Vaksa um títt trúvirði og tína dygd sum ráðgevi

  3. Fáa verkætlanir á mál til tíðina og við avtalaðu fíggjarkørmum

 

Framferðarhátturin kann nýtast av bæði byggiharrum og ráðgevum, til at meta egnu fíggjarætlanir íbundið ráðgevarauppgávum og harvið tryggja sítt virksemi mest møguligt.

 

Tilmeldingarfreistin er 22. September

Skeiðið verður hildið 29. September kl. 8.30 til 13.00 á Hotel Føroyum.

Kostnaður er 1500,- fyri limir í Ráðgevarafelagnum og 3500,- fyri tey, sum ikki eru limir.

 

Les meira um skeiðið og tilmelding við at trýsta her.

 


 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi