Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 24. september 2021
Fá smílið fram á Vinnudegnum
Eftir fyrilestrar, samrøður og kjak trínur íslendski skemtarin Ari Eldjárn á pall í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið verður komið saman í hátíðarveitslu í slupp og pakkhúsum í hugnaliga umhvørvinum við Rættará

Ari Eldjárn er millum teir fyrstu stand-up skemtararnar í Íslandi, og hann hevur staðið seg somikið væl, at ein av hansara framførslum – Pardon my Icelandic - nú er at finna á Netflix.

 

 

Ari fór undir at framføra stand-up í 2009. Hann hevur skrivað fyri fleiri íslendskar sjónvarpssendingar millum annað Mið-Ísland og Hverdagsreglur, og hann hevur eisini verið at síggja í sendingini Mock the Week á bretska BBC. Í 2020 fekk hann íslendsku heiðurslønina fyri bjartskygni frá íslendska forsetanum Guðni Th. Jóhannesson. Áður hava millum onnur tónleikakvinnan Björk og rithøvundurin Einar Már Guðmundsson fingið henda heiður.

 

Vónandi fær Ari Eldjárn eisini smílini fram á Vinnudegnum 2021.

 

Góði hýrurin heldur fram á havnarlagnum – í Müllers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi og umborð á Westward Ho, har vit fara at hátíðarhalda Ársins Virki og Vinnuátakið við røðum, mati og drekka, tónleikaframførslum og øðrum góðum.

 

 

Vinnudagurin verður um júst eina viku, fríggjadagin 1. oktober.

 

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. september.

 

 

Sí skránna fyri Vinnudagin her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi