Tíðindi: Áskoðan Ι 30. september 2021
Føroyski arbeiðsmarknaðurin tørvar fleiri loysnir frameftir
Víðkað atgongd til arbeiðsmegi kann loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatrotinum beint nú, men fleiri aðrar tillagingar eru neyðugar fyri at fáa javnvág á føroyska arbeiðsmarknaðin í framtíðini

Vinnuhúsið hevur hesa seinastu tíðina viðgjørt bráðtørvin á starvsfólki, har fleiri fyritøkur og arbeiðs­gevarar hava greitt frá teirra avbjóðingum. Fyritøkurnar eru sum heild samdar um, at tørvurin á starvsfólki ongantíð hevur verið størri enn nú, og starvsfólkatrotið er nú ein beinleiðis forðing fyri framhaldandi menning og vøkstri í føroysku vinnuni.

 

Føroyskar fyritøkur siga nei til ordrar, eins og matstovur ikki megna at hava opið fulla tíð vegna starvsfólkatrot. Stórur partur av tíðini fer til at fáa gerandisdagin at hanga saman við ov fáum starvsfólkum, ístaðin fyri at menna vinnuna.

 

Stóra avbjóðingin at útvega starvsfólk er ikki brádliga íkomin. Stóri eftirspurningurin eftir starvsfólki hevur ment seg yvir fleiri ár, og tí skulu fleiri loysnir og tillagingar til fyri at fáa útboð og eftirspurning at passa betur saman á framtíðar arbeiðsmarknaðinum.  

 

 

Víðkað atgongd loysir bráðtørvin á starvsfólki

Londini í ES spyrja eftir somu arbeiðsmegi sum vit, og tí er ikki nógv at heinta í ES-londunum hjá føroyskum arbeiðsgevarum. 

 

Føroyskir arbeiðsgevarar hava góðar royndir við starvsfólkum úr ymsum londum uttanfyri ES, men tað eru ov nógvar forðingar og trekleikar í skipanini, tá ið starvsfólk skulu útvegast uttan fyri ES. Fyri at loysa bráðtørvin á starvsfólki, hava føroyskir arbeiðsgevarar í longri tíð ynskt betri og smidligari atgongd til starvsfólk úr útvaldum londum uttanfyri ES.

 

Smidligari atgongd til útlendska arbeiðsmegi kann taka broddin av starvsfólkatørvinum beint nú, men hyggja vit longur fram í tíðina, so eru fleiri tillagingar neyðugar fyri at fáa útboð og eftirspurning eftir arbeiðsmegi at passa betur saman.

 

Útbúgvingarskipanin tillagast eftirspurningin á arbeiðsmarknaðinum

Útbúgvingarskipanirnar mugu tillagast framtíðar eftirspurningin eftir starvsfólkum. Nøkur lond hava longu stórar bygnaðarligar avbjóðingar, tí at útboð og eftirspurningur eftir arbeiðsmegi passa ikki saman. Higartil hava vit serliga hoyrt um hesar avbjóðingar í suðurevropa, har tøka arbeiðsmegin ikki er skikkað til tey størvini, sum eru leys at søkja.   

 

Onkrir føroyskir arbeiðsgevarar siga seg eisini síggja hetta á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tí má politiska skipanin endurskoða og tillaga føroysku útbúgvingar­skipanina til framtíðar arbeiðsmark­nað­in.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst á ymsar útbúgvingar, sum treingja til dagføringar. Hetta er t.d. galdandi fyri skrivstovu- og handilsútbúgvingar umframt fleiri handverkaraút­búgv­ingar. Hand­verkara­útbúgvingarnar tørva eisini størri smidleika millum praktiska læru og skúla­gongd.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sær eisini ein tørv á fleiri meiri viðkomandi útbúgvingum fyri føroyska sam­felag­ið, t.d. innan aling, shipping, KT o.s.fr. Føroyskir útbúgvingarstovnar eiga tí at menna føroyskar útbúgvingar og granskingarverkætlanir í nógv tættari samstarvi við vinnuna.

 

Í hesum sambandi eiga føroyskir útbúgvingarstovnar at samstarva við útlendskar útbúgvingar­stovnar, soleiðis at føroyskir ungdómar kunnu varðveita tilknýtið til føroyska samfelagið, hóast tey taka útbúgvingina ella partar av útbúgvingini uttanlands. Endamálið er bæði at geva føroyskum ungdómi fleiri møguleikar og víðari sjónarring uttanfyri landoddarnar, so at tey kunnu vera partur av altjóða samfelagnum, uttan at verða noydd at flyta av landinum at búgva.

 

Almennar langtíðarætlanir

Almennar langtíðarætlanir hava stóran týdning, tá ið tað snýr seg um at planleggja virksemið í samfelagnum fram í tíðina. Land og kommunur eiga tí at fáa betur stýr á sínum íløgum við at samstarva um langtíðarætlanir, soleiðis at privata vinnan betur kann leggja til rættis, hvussu nógv starvsfólk hon hevur brúk fyri nøkur ár fram í tíðina. Hetta hevði givið vinnuni tryggari og meira støðugar karmar at virka innanfyri. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í longri tíð mælt til almennar langtíðar­ætlanir.

 

Stuðuls- og frádráttarskipanir endurskoðast

Hóast føroyski arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir starvsfólki, so eru fleiri stuðuls- og frádráttarskipanir, sum stuðla føroyingum at fara at av landinum at arbeiða. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri ár sóknast eftir, at hesar skipanir verða endurskoðaðar, soleiðis at landið ikki fíggjarliga stuðlar starvsfólki, við frádráttum og serskipanum, at fara aðrastaðni at arbeiða, samstundis sum vit sjálvi mangla hesi starvsfólk.

 

Tað er eisini ein mótsøgn, at fiskavirkisskipanin í ALS heldur tøkari arbeiðsmegi aftur, samstundis sum føroyskir arbeiðsgevarar eru í dýrastu neyð við at útvega arbeiðsmegi. Her mugu gerast tillagingar, soleiðis at aðrir føroyskir arbeiðsgevarar eisini kunnu bjóða hesum fólkum arbeiði. Somuleiðis eiga almennu skipanirnar at stimbra og geva skúlaungdómi og lesandi fyrimunir við at arbeiða við síðuna av lesnaðinum.   

 

Føroyski bústaðarmarknaðurin megnar ikki at fylgja við

Føroyski bústaðarmarknaðurin hevur ikki megnað at fylgt við stóra eftirspurninginum eftir bústøðum hesi seinastu árini, og hetta avmarkar framhaldandi vøkstur í føroyska samfelagsbúskapinum, tí fólk, sum kundu hugsað sær at komi til Føroyar at arbeiða, fáa einki at búgva í. Her mugu kommunurnar útvega meira byggilendi til at nøkta eftirspurningin eftir bústøðum.  

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi