Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 01. november 2021
Útflutningurin komin upp aftur á sama virði sum í 2019
Føroyska útflutningsvirðið hevur spakuliga rættað seg uppaftur og er nú á leið tað sama sum áðrenn korona, men innflutningurin og heimliga nýtslan eru framvegis væl hægri

Stórar avbjóðingar við at flyta vørur millum lond

Gongd er komin á aftur altjóða vøruhandilin, eftir at koronatiltøkini eru linkaði og heimssamfelagið stigvíst er latið upp aftur, hesar seinastu mánaðirnar, men tað er ikki uttan avbjóðingar.

 

Avleiðingarnar eftir mongu korona stongslarnar, kring heimin, skapa nú nógvar fløskuhálsar við at samskipa vøruflutning millum lond og heimspartar. Hetta hevur við sær, at útreiðslurnar, fyri at flyta vørur á heimshøvunum, eru fleirfaldaðar, serliga fyri flutningin millum Asia og Evropa. Harumframt eru rávøruprísirnir eisini nógv hækkaðir, eftir at vøkstur kom í aftur altjóða eftirspurningin.    

 

Vaksandi eftirspurningurin í heimshandlinum og skjótt vaksandi rávøruprísirnir, síggjast eisini aftur í tølunum fyri okkara handilssamskifti við útheimin.

 

Januar-august (mió. kr.)

2019

2020

2021

Útflutningur tilsamans

5.722

5.318

5.706

Laksur

2.454

2.206

2.587

Uppsjóvarfiskur

859

869

804

-Svartkjaftur

117

109

137

-Sild

198

197

219

-Makrelur

544

563

448

Botnfiskur

1.093

914

822

-Toskur

798

641

550

-Hýsa

121

102

102

-Upsi

174

171

170

Síl rækjur og onnur fiskasløg

974

1.007

1.136

Aðrar vørur

342

322

357

Innflutningur tilsamans

4.916

5.043

5.597

Til hav- og landbúnað

324

340

392

Rávøra til fiskavirking

141

300

321

Tilfar til aðra framleiðslu

1.122

1.180

1.226

Tilfar til byggivinnuna

553

577

532

Brennievni

849

637

828

Maskinur og amboð

484

493

687

Akfør

379

353

359

Til beinleiðis nýtslu

1.064

1.163

1.252

Handilsjavni u/skip og flogfør

806

275

109

                  Kelda: Hagstova Føroya.

 

Føroyska útflutningsvirðið nógv vaksið seinastu mánaðirnar

Fyrstu mánaðirnar av hesum árinum var útflutningurin væl minni enn í 2019, men síðan er meira gongd komin á útflutningin, og hesar seinastu mánaðirnar er meira útflutt. Fram til og við august í ár var føroyska útflutningsvirðið góðar 5,7 mia. kr., ið er áleið tað sama sum somu tíð í 2019, tá føroyska útflutningsvirðið setti met.

 

Tað er serliga útflutningurin av laski og øðrum fiskasløgum, sum hevur trýst føroyska útflutningsvirðið uppeftir, meðan útflutningsvirðið á makreli og toski hevur drigið útflutningsvirðið niðureftir, fyrstu átta mánaðirnar í ár.

 

Hóast útflutningsvirðið á makreli var væl lægri fyrstu átta mánaðirnar í ár, samanborið við somu tíð í fjør, so vóru útflutningsnøgdirnar av makreli á leið tær somu. útflutningurin av toski minkaði bæði í nøgd og virði, fyrstu átta mánaðirnar, men síðan tá eru prísirnir á toski farnir nógv upp.

 

Innflutningurin metstórur í ár    

Ongantíð fyrr hava føroyingar innflutt so nógvar vørur sum í ár. Fram til og við august í ár vóru vørur innfluttar fyri 5,6 mia. kr., tá ið skip og flogfør ikki verða tald við. Innflutningurin var meira enn hálva milliard størri enn somu tíð í fjør og næstan 700 mió. kr. meira enn somu tíð í 2019.   

 

Meira brúkt til rávørur og brennievni - minni til byggitilfar

Tað eru brúktir fleiri pengar til at innflyta maskinur, amboð og rávørur til vinnuna, men innflutningurin av byggitilfari minkar. Tað er serliga vøksturin í rávøruprísum, sum sæst aftur í vaksandi innflutningi­num av rávørum og brennievni. Fallið í innflutninginum av byggitilfari kemst mest av, at fleiri størri byggiverkætlanir eru lidnar.

 

Stóri vøksturin í heimliga eftirspurninginum fer helst at tillaga seg aftur

Vøksturin í innflutninginum til beinleiðis nýtslu tók rættiliga dik á seg, stutt eftir, at koronatiltøkini forðaðu føroyingum at fara uttanlands at ferðast. Vøksturin í innflutninginum av nýtsluvørum hevur hildið fram í ár, men hesin innflutningurin fer helst at tillaga seg aftur, so hvørt føroyingar fara at ferðast meira uttanlands.   

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi