Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 08. november 2021
Skeið í lisitatiónslógini
Føroya Handverksmeistarafelag skipar fyri skeiði í lisitatiónslógini tann 23. november frá kl. 13.00 til 16.00 á Hotel Hafnia.

Skeiðið er fyri øll sum luttaka í byggiverkætlanum. Tað er avmarkað pláss og koronapass krevst.

 

Skeiðshaldari er Peter Andersen, sum í nógv ár hevur starvast sum chefjurist hjá danska Håndværksrådet, sum umboðar smáar og miðalstórar fyritøkur í Danmark. Peter hevur drúgvar royndir við føroysku lóggávuni.

 

Melda til við at senda teldupost til industry@industry.fo. Freistin at melda til er frígggjadagin 19. November.

 

Kostnaðurin er 1.500 kr. fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og 2.000 kr. fyri ikki limir.

 

Spurningar kunnu sendast til marius@industry.fo ella við at ringja til Marius Thomassen á 739905.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi