Tíðindi: Handilsvinna Ι 22. november 2021
Z-ættarliðið hevur ikki somu loyalitetskenslu sum undanfarin ættarlið
Hóskvøldið 18. november helt Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, áhugaverda framløgu fyri limir í Handilsvinnufelagnum í kaffihúsinum í Havn.

Í framløgu sínari kom Rógvi millum annað inn á, hvussu loyalitets viðurskiftini millum kunda og handil broytast gjøgnum ættarlið.

 

 

Tað sokallaða Z-ættarliðið, sum eru tey, ið eru fødd í tíðarskeiðinum frá 1995 til 2010, eru javngomul við kommerciella internetið. Hetta ættarliðið kennir ikki til ein heim uttan internet.

 

Hjá Z-ættarliðinum verður ikki skilt ímillum at vera on og at vera off. Tey eru altíð on.

 

Internetið, og atgongdin til allan heimin umvegis snild telefonina, er ein natúrligur partur av teirra gerandisdegi. Hetta myndar bæði atferð og nýtslumynstur hjá Z-ættarliðinum, sum ikki sær út til at hava somu loyalitetskensnlu mótvegis ávísum merkjum og handlum, sum undanfarin ættarlið.

 

Hesin veruleiki er ein avbjóðing, sum kann koma at hava stóran týdning fyri handilsvinnuna, tá hon skal røkka framtíðarbrúkaran á fleiri handilspallum samstundis.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi