Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. november 2021
Kunningartiltak um nýggju fast-track avtaluna fyri útlendsk starvsfólk
Mikudagin 1. desember klokkan 15:00 bjóðar Vinnuhúsið øllum limum til kunningarfund, har umboð frá Útlendingastovuni og SIRI, Styrelsen for International Rekruttering og Integration, greiða frá um nýggju fast-track avtaluna fyri 3. lands borgarar. Tiltakið verður eisini stroymt.

Nýggja fast-track avtalan kom í gildi 18. november í ár. Avtalan gevur føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, umframt at avtalan styttir viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum. 

 

Endamálið við kunningarfundinum er at greiða frá broytingunum í nýggju avtaluni og um praktisku viðurskiftini, tá søkt verður um undangóðkenning og arbeiðsloyvi.

 

Skrá:

Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, bjóðar vælkomin.

 

Sólva Gunnarsdóttir Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni, og Kristina Ellendersen, løgfrøðingur á Útlendingastovuni, greiða frá um nýggju fast-track avtaluna og um mannagongdir, tá søkt verður um undangóðkenning.

 

Oliver Khardine, fulltrúi hjá SIRI, luttekur beinleiðis á skerminum, og hann greiðir frá um mannagongdir, tá søkt verður um arbeiðsloyvi.

 

Høvi verður hjá øllum at seta spurningar.

 

Neyðugt er at boða frá luttøku á industry@industry.fo

 

Tiltakið verður stroymt, so møguleiki er at hoyra framløgur og spurningar, hóast tað ikki skuldi ligið fyri at komið í Vinnuhúsið. Til ber at fáa leinkið til stroymingina við at venda sær til industry@industry.fo.  

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Vinnuhúsið fyri at kunna luttaka á kunningarfundinum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi