Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 06. desember 2021
Kunning um nýggju Fast Track skipanina fyri 3. lands borgarar
Í farnu viku luttóku Útlendingastovan og SIRI, Styrelsen for International Rekruttering og Integration, á kunningarfundi í Vinnuhúsinum. Her er ein samandráttur frá framløgunum.

 

Stutt um nýggju Fast Track skipanina

Fast Track avtalan fyri 3. lands borgarar kom í gildi 18. november 2021, og í høvuðsheitum merkir broytingin, at arbeiðsgevarar kunnu fáa eina undangóðkenning, og síðani verða umsóknir um arbeiðsloyvi avgreiddar innan 30 dagar. Skipanin er galdandi, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir 3,5%.

 

Talan er um eina nýggja skipan afturat galdandi Fast Track skipan fyri ES-borgarar, men talan er um tvær heilt ymiskar skipanir. Ein undangóðkenning til ES skipanina er tí ikki ein undangóðkenning til Fast Track skipanina fyri 3. lands borgarar, og fyritøkur mugu tí søkja um undangóðkenning til Fast Track skipanina fyri 3. lands borgarar, sama um tær frammanundan eru undangóðkendar til ES-skipanina ella ikki.

 

Arbeiðsgevari søkir um undangóðkenning til Fast Track fyri 3. landsborgarar hjá Útlendingastovuni, og viðgerðartíðin er í mesta lagi 10 dagar. Undangóðkenningin er galdandi í eitt ár. Umsóknarblaðið eitur FO/FT.

 

Løntakarin søkir síðani um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá SIRI. Viðgerðartíðin er upp til 30 dagar, frá tí at umsóknin er latin inn, treytað av at allar kravdir upplýsingar og skjøl eru send inn við umsóknini. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi er galdandi í eitt ár. Umsóknarblaðið eitur FO5.

 

Løntakari úr einum 3. landi kann ikki byrja at arbeiða, fyrr enn arbeiðs- og uppihaldsloyvið er góðkent

 

Løn- og setanartreytir skulu vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, og talan skal verða um fulltíðarstarv.

 

Um undangóðkenningin hjá fyritøkuni ikki verður endurnýggjað rættstundis, kann løntakari við arbeiðs- og uppihaldsloyvi ikki arbeiða í fyritøkuni í tíðarskeiðnum, sum undangóðkenningin ikki er virkin.

 

Løntakari kann søkja um at leingja arbeiðsloyvið, meðan hann arbeiðir í Føroyum. Um umsóknin um leingjan ikki verður latin inn rættstundis, og loyvið gongur út, má løntakarin aftur til sítt heimland at søkja um arbeiðsloyvi. Tað er tí sera umráðandi, at løntakarin søkir um leingjan rættstundis.

 

Hevur arbeiðsgevarin eina undangóðkenning til Fast Track til 3. landsborgarar, verða tær umsóknir, har søkt verður fyrstu ferð um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, broyttar til umsóknir eftir Fast Track skipanini.

 

Um talan er um endurnýggjan av arbeiðsloyvum, sum eru latin eftir vanligu reglunum í útlendingalógini, er neyðugt at senda inn nýggja FO5 umsókn eftir Fast Track.

 

Um arbeiðsgevari ikki hevur eina undangóðkenning, verður umsóknin viðgjørd eftir vanligu reglunum í útlendingalógini.

Les meira á www.utlendingastovan.fo

 

Kunningartilfar til arbeiðsgevarar

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er kunningartilfar á enskum um sáttmálar og setanartreytir, sum arbeiðsgevarar kunnu lata útlendsku starvsfólkum sínum. Eisini er ein faldari, sum greiðir frá yvirskipaðum viðurskiftum um t.d. arbeiðsloyvi, feriu, skatt og kontaktupplýsingar til fakfeløg.

 

Mælt verður til, at arbeiðsgevarar lata hetta tilfar til útlendsku starvsfólkini, so tey eru væl kunnað um treytirnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi