Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 13. desember 2021
Nýggjar mannagongdir fyri útflutning til Stóra Bretlands
Frá 1. januar 2022 skulu fyritøkur, sum útflyta eitt nú fiskavørur, fiskamjøl ella fóður til Bretlands, verða skrásettar í ensku innflutningsskipanini IPAFFS, og krav verður samstundis um, at sendingar skulu fráboðast í skipanini. Seinni í 2022 verða onnur krøv sett í gildi.

Síðani Bretland fór úr ES 1. januar 2021 hevur bretska umsitingin arbeitt við at fáa greiðu á, hvussu heilsufrøðiligu krøvini og mannagongdirnar skulu vera fyri innflutningi av vørum av animalskum uppruna, herundir fiskavørum. Tað hevur víst seg, at skipanirnar ikki hava verið klárar at seta í verk, og tí hevur í fleiri umførum verið neyðugt at útseta íverksetanina av krøvunum.

 

Frá 1. januar 2022 verður tó krav um, at útflytarar skulu skráseta seg í talgildu innflutningsskipanini Import of products, animals, food and feed system (IPAFFS), eins og neyðugt verður við pre-notifikatión í skipanini í minsta lagi 4 tímar áðrenn sendingin kemur til Bretlands.

 

Í tíðarskeiðnum frá 1. juli til 1. november 2022 verður krav um heilsuváttan og heilsufrøðiligar kanningar við markið sett í gildi fyri ymiskar vørubólkar. Fyri fiskavørur verður kravið galdandi frá 1. november 2022.

 

Lesið meira um krøvini og finnið leinki og vegleiðingar til skráseting v.m. her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi