Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 24. januar 2022
KT-felagið fegnast um at Vakstrarforum setur sjóneyguna á vakstrarmøguleikarnar innan KT
KT-bólkurin hevur nú handað tilmæli síni til Vakstrarforum at arbeiða víðari við. Serliga eru tað KT-útbúgvingar og keyp av Føroyskum KT, sum skulu raðfestast.

Tað verður sagt, at Føroyar skulu vera ein KT-vakstrardepil og sýnisgluggi fyri altjóða samfelagnum. Sum framkomin pinkutjóð hava Føroyar eyðsýndar fyrimunir, tá ræður um at gera loysnir til stórar og samansettar avbjóðingar. Tað er skjótt frá ætlan til loysn, tí samfelagið er lætt at yvirskoða og stýra. Málið er, at KT-vinnan meira enn tvífaldast fram til 2030 og veksur úr 2,5% upp í 6% av BTÚ, sum er gott 1 miá.kr., og útflutningurin økist úr 100 mió.kr. til 600 mió.kr.

 

Verða átøkini verksett, sum vakstrarforum hevur sett á breddan, er lítið at ivast í, at málið fyri vøkstur kann røkkast. Hetta er tí ein spurningur um vilja hjá almennu Føroyum og eisini frá privatu vinnuni, eins og tað er týdningarmikið at føroyingar síggja fyrimunir í at gera íløgur í føroyska KT-vinnu.

 

Tað almenna er ein týðandi katalysator í hesi tilgongd. Við at halda fast í framhaldandi talgilding av almenna geiranum fyri bæði land og kommunur og við at lata føroysku KT-vinnuna gera loysnirnar, ber til at skapa góðar loysnir, sum vit í Føroyum hava ræði á. KT-vinnnan fær á henda hátt eisini møguleika til, at veita serloysnir til føroyingar og at gera loysnirnar soleiðis, at tær kunnu tillagast heimsmarknaðinum og skapa útflutning.

 

KT-vinnan er tilreiðar at taka felags lógvatak fyri at stuðla undir málunum, so vit veruliga kunnu siga, at vit eru komin frá heimamarknað til heimsmarknað. Fleiri útbúnar hendur skulu til, og ein byrjan er løgd í fjørð, tá Løgtingið gav Setrinum hægri játtan til KT-útbúgvingar.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi