Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 21. mars 2022
Nei, landið borar ikki bíligari!
Enn einaferð eru politikarar og Landsverk farnir at pástanda, at landið kann bora bíligari enn privatu fyritøkurnar gera. Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at hetta er langt frá veruleikanum.

Landsverk er enn einaferð undir trýsti frá politikarunum. Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverk, mátti í Breddanum týsdagin í farnu viku greiða frá, hvussu tað hongur saman, tá kostnaðir fyri tilfar og lønir fara upp, ímeðan byggiverkætlanir eru ígongd. Tað er ein avtalað skipan ímillum byggiharrar og byggifyritøkur, sum inniheldur lægsta váða og kostnað fyri báðar partar.

 

Føroya Handverksmeistarafelag skilir væl, at politikarar eru ørkymlaðir um, at prísir fara upp. Men ístaðin fyri at finna uppá hvat er galið, eiga politikarar heldur at seta seg inní tingini. Tað er nevniliga ikki rætt, at man bara kann fáa Landsverk at gera tunnlarnar sjálvir fyri at fáa teir bíligari, einans tí at Landverk ikki skal hava nakað avkast.

 

Stjórin á Landsverk hevur fyrr sagt (í Degi og viku 11. mai 2021), at Dalstunnilin kostar uml. 40.000 kr./m. Hetta er bert fyri at bora ígjøgnum. Til samanberingar liggur hesin kostnaður hjá teimum privatu á leið 30% lægri fyri sama arbeiði. Hetta er íroknað avkast. Føroya handverksmeistarafelag hevur áður spurt eftir, hví bæði landsverk og politikarar áhaldandi pástanda, at landið kann útinna arbeiðið bíligari.

 

Eiga at styrkja um Landsverk

Føroya Handverksmeistarafelag hevur fleiri ferðir áður víst á, at samanberingarnar verða gjørdar á skeivum grundarlagi. Tá ein privat fyritøka hevur ein kostnað fyri eitt arbeiði, inniheldur tað eisini alt tað sum er rundanum verkætlanina, so sum avskrivingar og umsiting. Man kann ikki samanbera ein kostprís hjá landinum við ein søluprís hjá einari privatari fyritøku. Men um tað verður gjørt soleiðis sum tað verður gjørt í Breddanum og á Tingsins røðarapalli, vísir tað seg, at privatu tilboðini eru munandi bíligari.

 

Men heldur enn at leggja eftir Landsverki fyri príshækkingar, sum tey onga ávirkan hava á, eigur man heldur at styrkja stovnin. Í útbyggingini av okkara samfelagið, er tað avgerandi at hava góðar førleikar sum byggiharri. Tað snýr seg um at flyta játtan til ítøkiligar útbyggingar.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi