Tíðindi: Ferðavinna Ι 28. mars 2022
Vitjan á Hotel Hafnia og tilmælið um vinnuferðavinnu í Vakstrarforum
Fyrst í mars var tilmælið um vinnuferðavinnu handað Vakstrarforum, sum løgmaður stendur á odda fyri. Fríggjadagin 1. apríl skipar Ferðavinnufelagið fyri heimleiðistiltaki um tilmælið á nýumvælda Hotel Hafnia.

Formanskapurin í Ferðavinnufelagnum, Henny á Líknargøtu og Árni Olsen, hevur sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur staðið fyri tilmælinum. Tey fara at greiða frá arbeiðinum, sum er gjørt, hvønn týdning hetta hevur fyri vinnuna, og hvussu Føroyar kunnu mennast við eini sterkari og burðardyggari vinnuferðavinnu.

 

Vitjan á Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er vertur fyri heimleiðistiltakinum, og høvi verður at hoyra stjóran greiða frá umvælingini og at fáa eina rundvísing á hotellinum, sum júst er latið upp í nýggjum hami.

 

1. apríl verður royndarkvøld á nýggju matstovuni á Hotel Hafnia ‘Bistro’, og serligur prísur er til gestirnar frá Ferðavinnufelagnum henda dagin. Sigast skal, at tað er avmarkað pláss, so tað verða tey fyrstu, sum bíleggja, sum tryggja sær borð. Nýggja matstovan á Hotel Hafnia ‘Bistro’ letur alment upp seinni í apríl.

 

Tiltakið er fyri limir í Ferðavinnufelagnum og verður fríggjadagin 1. apríl kl. 16.00 á Hotel Hafnia.

 

Tilmelding á industry@industry.fo ella 309900 innan 31. mars kl. 12.00

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi