Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 28. mars 2022
Jón Sigurdsson aftur í nevndini
Havnar Handverksmeistarafelag hevði aðalfund í farnu viku. Nýggjur í nevndini er Jón Sigurdsson.

 

Eftir at hava sitið í nevndini síðani 2014, harav mestu tíðina sum formaður, stillaði Sámal Erik Hentze ikki uppaftur. Í hansara stað varð Jón Sigurdsson valdur. Jón hevur áður sitið í nevndini bæði í Havnar- og Føroya Handverksmeistarafelag. Seinastu árini hevur Jón eisini sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eisini stóð Torbjørn Hansen fyri vali. Hann tók við afturvali, uttan mótvalevni.

 

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag seg á sama hátt sum árið fyri, við Stein Olvi Petersen sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Torbjørn Hansen, Kartin Lenvig og Jón Sigurdsson.

 

Nevndin ynskir at takka Sámal Erik Hentze fyri sítt stóra arbeiðið í felagnum, og samstundis ynskja Jón Sigurdsson væl afturkomnum í nevndina.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi