Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. apríl 2022
Vinnan hittir miðnámsskúlanæmingar
Í farnu viku høvdu fyritøkur í føroysku vinnuni høvi at hitta næmingar á Glasi og á Miðnáms¬skúlanum á Kambsdali

 

Mikudagin og hósdagin í farnu viku vitjaðu fyritøkur í føroysku vinnuni næmingar á Glasi og á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

 

 

 

Endamálið við vitjanunum var at kunna næmingarnar um møguleikan at byrja yrkisleiðina eftir miðnámsskúlan við einum læruplássi í einari føroyskari fyritøku. 

 

Á Glasi var eitt breitt úrval av fyritøkum úr handislvinnuni, framleiðsluvinnuni, smiðju- og byggivinnuni, KT-vinnuni, ferðavinnuni umframt almennum stovnum av ymsum slag. Á Kambsdali vóru bert fyritøkur úr handilsvinnuni umboðaðar.

 

Á skránni vóru nakrar styttri framløgur, og næmingarnir fingu møguleiki at tosa við luttakandi fyritøkurnar, sum høvdu hvør sín bás við egnum tilfari av ymsum slag til næmingarnar.

 

Fyritøkurnar høvdu við hesum vitjanum møguleika at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði í teirra fyritøku fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja eitt lærupláss í akkurát teirra fyritøku.

 

Sí fleiri myndir niðanfyri:

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi