Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. apríl 2022
Fyritøkur fingu íblástur til at menna burðardygdsætlan
Fríggjadagin 1. apríl var tiltak í Vinnuhúsinum, har Ana Holden-Peters, serfrøðingur í vinnuligari burðardygd, greiddi frá, hvussu fyritøkur kunnu menna eina strategi fyri burðardygd í fyritøkuni. Hetta var fyrsta av fýra tiltøkum um burðardygd, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár

 

Fríggjadagin 1. apríl skipaði Vinnuhusið fyri fyrsta av fýra tiltøkum í ár, sum snúgva seg um burðardygd í vinnuligum høpi.  Hetta fyrsta tiltakið snúði seg um, hvussu ein fyritøka kann menna eina strategi fyri burðardygd í fyritøkuni.

 

Ana Holden-Peters, sum er serførðingur í vinnuligari burðardygd, greiddi fyritøkunum frá, hvussu man kann fara undir at menna eina ætlan, og vísti eisini á ítøkilig dømi frá smærri og størri fyritøkum. Harumframt vísti hon á týdningin av at kjølfesta eina slíka ætlan breitt í fyritøkuni, at fyritøkan við jøvnum millumbilum kannar hvussu gongst við at røkka settu málunum, og at fyritøkan hevur eina kunningarætlan.

 

 

Næsta tiltakið um burðardygd verður í Vinnuhúsinum fríggjadagin 17. mai kl. 14. Tá verður evnið handfaring av burturkasti og ringbúskapur. Tiltøkini eru ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum.

 

Síggj yvirlit yvir tey fýra tiltøkini her.

 

Myndir frá tiltakinum 1. apríl síggjast niðanfyri: 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi