Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 11. apríl 2022
Páskadagarnir
Í sambandi við páskirnar eru nakrir lógarásettir og sáttmálaásettir frídagar.

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.


Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
  • Samverk


Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Flogteknikarafelag
  • Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)
  • Føroysk Miðlafólk

 

 

 

 

 

 

 

Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

 

Sí yvirlit yvir lógar- og sáttmámaásettir frídagar

 

Frídagar (industry.fo)

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi