Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 11. apríl 2022
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram
Aðalfundur hevur verið í Føroya Handverksmeistarafelag. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen og Jens Kristian Haraldsen. Báðir vóru afturvaldir.

 

Føroya Handverksmeistarafelag er meginfelag fyri lokalu handverksmeistarafeløgini, Havnar-, Eysturoyar-, Vága-, Suðuroyar Handverksmeistarafelag og Meistarafelagið í Klaksvík.

 

Føroya Handverksmeistarafelag varðar av handverkara sáttmálunum við handverkarafeløgini saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Handverksvinnan í Føroyum er sett saman av nógvum ymiskum fakum ella vinnugreinum, so sum skipasmíð, bilverkstøð, elektrikarar, matvøruframleiðsla (slaktari, bakari v.m.), húsasmíð, hárfríðkanaryrkið, tænari. Sáttmálin millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna fevnir tí um øll handverk.

 

Góð luttøka var á aðalfundinum. Á nevndarfundi beint eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Hinir í nevndini eru Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi