Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 11. apríl 2022
Føroyskar og íslendskar fyritøkur hittast til B2B tiltak
Í farnu viku varð skipað fyri tveimum B2B tiltøkum, har føroyskar og íslendskar fyritøkur fingu høvi at hittast.

 

10 av størstu íslendsku alifyritøkunum í Íslandi luttóku í vinnuvitjanini í Føroyum, sum var í døgunum 4-8- apríl. Í hesum sambandi varð skipað fyri tveimum B2B tiltøkum, har føroysku og íslendsku fyritøkurnar fingu høvi at hittast til prát um møguligar samstarvsmøguleikar. Tiltøkini vóru í Tórshavn og í Klaksvík.

 

Afturboðanirnar frá fyritøkunum vóru góðar og lótu væl at B2B tiltøkunum.

 

Vinnuhúsið skipaði eisini fyri einum stuttum seminari fyri íslendsku gestirnar um føroyska alivinnu. Framløgurnar snúðu seg um føroyska laksaalivinnu, taraaling, ymisk evni innan burðardygga aling og um aling á landi. Havbúnaðarfelagið, Fiskaaling, Ocean Rainforest og SMJ Aqua greiddu frá.

 

 

Sí fleiri myndir her:

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi