Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 02. mai 2022
Aðalfundur í Ráðgevarafelagnum
Týsdagin tann 26. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum.

Eyðbjørn Brimnes, Rúni Abrahamsen og Selmar Nielsen stóðu fyri vali og vóru afturvaldir.

 

Heidi Poulsen heldur fram sum eykalimur, og Óla Jákup Bech er nýggjur eykalimur.

 

Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin. Klæmint Eliasen og Rúni Abrahamsen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður.

 

Nevndin í Ráðgevarafelagnum er sostatt soleiðis mannað:

 

Klæmint Eliasen, nevndarformaður                

Rúni Abrahamsen, næstformaður                   

Selmar Nielsen, nevndarlimur                          

Eyðbjørn Brimnes, nevndarlimur                     

Árni Jakobsen, nevndarlimur
Heidi Poulsen, eykalimur

Óla Jákup Bech, eykalimur

 

Endamálið hjá Ráðgevarafelagnum er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni, at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

 

Á hvørjum ári síðani 2016 hevur felagið givið út Ráðgevarablaðið

 

Til ber at lesa ársfrásøgnina her

 

 

Nevnd og eykalimir í Ráðgevarafelagnum. Heidi Poulsen vantar á myndini.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi