Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 02. mai 2022
Tilmeldingin til Aliráðstevnuna opin
Aliráðstevnan verður 20. mai. Tilmeldingin er nú opin

Aliráðstevnan, sum upprunaliga skuldi vera 5. mars, varð útsett til 20. mai, orsakað av koronastøðuni í landinum fyrr í ár.

 

Á Aliráðstevnuni hittast starvsfólk hjá alifyritøkunum, undirveitarum, myndugleikum og fólk annars við áhuga fyri aling at fáa vitan og íblástur og at netverka. Luttakaratalið hevur seinnu árini ligið um 400 fólk, tó at Aliráðstevnan varð avlýst í 2021 orsakað av COVID-19.

 

Skráin fyri aliráðstevnuna verður kunngjørd í næstum.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi