Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 09. mai 2022
Uni Holm Johannesen settur sum ráðgevi í Vinnuhúsinum
Í farnu viku hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sett Una Holm Johannesen í starv sum ráðgeva í Vinnuhúsinum

Uni Holm Johannesen er útbúgvin stjórnarmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir í fjølmiðlaheiminum umframt eitt skifti at hava starvast í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Uni Holm Johannesen kemur úr einum starvi í Kringvarpi Føroya sum tíðindamaður og redaktørur.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir Una vælkomnum í Vinnuhúsið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi