Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 09. mai 2022
Jógvan Vágsheyg farin
4. mai 2022 andaðist Jógvan Vágsheyg 74 ára gamal. Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag minnast hann við takksemi.

 

Jógvan Vágsheyg var valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 1982. Í 1984 gjørdist hann næstformaður. Henda sessin røkti hann til 1993, tá ið hann tók við sum formaður eftir Oddfríð Gregersen. Jógvan Vágsheyg var formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag til 1997 men helt fram sum tiltakslimur í mong ár eftir tað.

 

Í samfull 15 ár var Jógvan Vágsheyg sostatt nevndarlimur í felagnum, har hann umboðaði áhugamálini hjá føroyskum fyritøkum og arbeiðsgevarum. Jógvan Vágsheyg var útbúgvin seglmakari og eftir at hava starvast í Seglhúsinum í mong ár, setti hann Føroya Seglvirki á stovn.

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil nýta høvið til at sýna familjuni samkenslu og at takka Jógvan Vágsheyg fyri hansara íkast til felagsarbeiðið í arbeiðsgevarafelagnum.

 

Takk fyri.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi