Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið fyriskipað. Tvey skeið verða hildin. Tvey pláss eru eftir á hvørjum skeiði.
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum.
Skeiðini verða hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia. Tað fyrra skeiðið verður mánadagin 16. týsdagin og 17. mai, meðan seinra skeiðið dagarnar 18. og 19. mai. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.
Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:
- Navn
- Føðingardag
- Telefonnummar
- Teldupost
- Fyritøku
Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.
Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her.