Tíðindi: Havbúnaður Ι 09. mai 2022
Nú nærkast Aliráðstevnan
Árliga Aliráðstevnan verður ár hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 20. mai. Á ráðstevnuni verða framløgur um evni, sum eru viðkomandi fyri alivinnuna, og góðir møguleikar vera at netverka.

Aliráðstevnan 2022 verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 20. mai. Á Aliráðstevnuni verða framløgur um gongdina í alivinnuni, og framløgur til íblástur og nýggja vitan.

 

Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik greiða frá gongdini í føroysku alivinnuni, og Debes H. Christiansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fer at greiða frá um fiskuheilsubarometrið.

 

Harumframt verða framløgur frá føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum um ymisk viðurskifti av týdningi fyri føroyska aliframleiðslu. Talan verður sum undanfarin ár um eina blanding av stuttum og longri fyrilestrum.

 

Á aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at netverka í steðgunum, og til tiltakið um kvøldið.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi