Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mai 2022
Prísvøksturin fer helst at minka seinni í ár
Óvissan um búskaparligu útlitini hava neyvan verið størri enn tey eru í løtuni, samstundis sum vøksturin í brúkaraprísunum hevur verið størri enn vanligt. Vøksturin í brúkaraprísunum fer tó helst at minka seinni í ár.

Hóast inflasjónin í Danmark og ES er høg í løtuni, so metir danska fíggjarmála­ráðið í heilt feskari meting, at vøksturin í inflasjónini fer at hasa av og javna seg seinni í hesum árinum og í 2023. Hesar metingar eru grundaðar á búskaparligar modell simuleringar, sum vísa, at fyri alt árið í ár fer vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark at liggja um 5,2%, og í 2023 fer vøksturin í brúkaraprístalinum at vera 1,8%.

 

Beinleiðis samanberingar av føroysku og donsku uppgerðunum av prísvøkstrinum skulu gerast við fyrivarni, men ymiskt kundi bent á, at vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum í Danmark.

 

Sambært Hagstovu Føroya var miðalvøksturin í føroyska prístalinum 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár samanborin við sama ársfjórðing í fjør, og tað var serliga prísvøksturin í vørubólkinum “Býli”, sum trýsti føroyska prístalið upp fyrsta ársfjórðingin í ár.

 

Sambært Danmarks Statistik var vøksturin í danska brúkaraprístalinum 6,7% í apríl í ár, og í Danmark var tað serliga prísvøksturin á el, matvørum, brennievni og gassi, sum trýsti danska brúkaraprístalið upp í apríl í ár.  

 

Nakrar av orsøkunum til henda munin kunnu vera, at gass- og el-prísirnir hava stóra ávirkan á gerandisdagin í Danmark, og í Danmark eru prísirnir á gassi og el fleirfaldaðir seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava ikki verið órógvaðir av prísvøkstri seinastu tíðina.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi