Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 23. mai 2022
Dugni tekur ímóti vindeygum og hurðum frá fyritøkum
Nú kunnu fyritøkur lata ávíst avlopstilfar, so sum vindeygu og hurðar, beinleiðis til Dugna uttan kostnað. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá byggivinnuni at gerast meira burðardygg.

Føroya Handsverksmeistarafelag fegnast um, at tað nú er møguligt hjá fyritøkum at lata ávíst tilfar til endurnýtslu. Hetta hevur frammanundan verið ein kostnaðarmikil avbjóðing.

 

Men nú hevur vinnan møguleika at lata ávíst avlopstilfar frá byggiverkætlanum, so sum hurðar og vindeygu, beinleiðis inn til Dugna uttan kostnað. Alt sum verður latið til Dugna fer til vælgerandi endamál. Avlopstilfarið vil geva arbeiðsuppgávur til fólk í arbeiðsfremjandi tiltøkum, og øll inntøkan fer til at stuðla arbeiðinum hjá Dugna.

 

Dugni hevur, í samstarvi við IRF og Tórshavnar kommunu, innsavningar støð á endurnýtsluplássunum kring landi, men møguleiki er somuleiðis fyri, at vit taka ímóti tilfari beinleiðis frá byggifyritøkum. Hetta er tilfar, so sum hurðar, karmar og vindeygu, sum Dugni hevur møguleika at umsita og selja í Tinghúsinum á Hjalla og Tinghúsinum í Klaksvík.

 

Bæði Tórhavnar kommuna og IRF arbeiða við ætlanini við at gera eina endurnýtslumiðstøð ella skiljihøll, har alt avlopstilfar frá byggiætlanum kann verða skilt og goymt til onnur at fáa gagn av. Enn er tó ikki komið á mál við hesum ætlanunum.

 

Fyritøkur kunnu lata tilfarið beinleiðis til Dugna við at seta seg í samband við avvarandi deildarleiðara á Hjalla - Allan Mørkere 292974, á Kambsdali/ Klaksvík - Torgerð Hansen 292990 og í Suðuroy - Eyðstein Jakobsen á 292995.

 

Móttøkan hjá Dugna á Hjalla

 

 

 

Móttøkan hjá Dugna í Klaksvík

 

 

Móttøkan hjá Dugna í Suðuroy

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi