Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 23. mai 2022
“Vegurin sum arbeiðspláss” í Suðuroy næstu ferð
Í farnu viku vóru tvey væl eydnað skeið í “Vegurin sum arbeiðspláss” hildin í Tórshavn. Næsta skeiðið verður í Suðuroy.

Tá arbeitt verður á vegunum er tað krav at hava “Vegurin sum arbeiðspláss” prógv. Skeið verða fyriskipað í jøvnum millumbilum fyri at tryggja at krøvini verða uppfylgd hjá teimum mongu, sum starvast við at útbyggja og viðlíkahalda vegakervið.

 

Næsta skeiðið verður stutt eftir ídnaðarferiuna í Suðuroy. Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

 

     - Navn

     - Føðingardag

     - Telefonnummar

     - Teldupost

     - Fyritøku

 

Eisini ber til at skriva seg upp til eftirfylgjandi skeið við at skriva til industry@industry.fo.

 

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðunum. Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eiga grunnin í felag.

 

 

Felagsmynd frá fyrra skeiðinum í síðstu viku

 

 

Felagsmynd frá seinra skeiðinum í síðstu viku

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi