Tíðindi: Havbúnaður Ι 23. mai 2022
Góð undirtøka fyri Aliráðstevnuni
Aliráðstevnan 2022 varð hildin fríggjadagin 20. Mai, og undirtøkan frá fólki í og kring alivinnuna var góð.

Umleið 370 fólk luttóku á árligu Aliráðstevnuni, sum varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 20. Mai. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum setti Aliráðstevnuna.

 

Aliráðstevnan skuldi eftir ætlan verið hildin fyrst í mars, men orsakað av COVID-19 støðuni í januar og februar varð avgjørt at útseta hana til 20. mai.

 

Á ráðstevnuni luttóku sum vanligt fólk úr alivinnnuni, frá granskingarstovnum, hjá undirveitarum til alivinnuna og frá almennum myndugleikum.

 

Á skránni vóru framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni, og aðrar framløgur sum viðgjørdu evni av bæði almennum og fakligum slag. Eisini nýttu folk høvið at netverka.

 

Flestu framløgurnar frá degnum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

 

Niðanfyri eru myndir frá degnum.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi