Tíðindi: Havbúnaður Ι 07. juni 2022
Aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum – fokus á marknaðaratgongd
Fríggjadagin 2. juni var aðalfundur í Føroya Havbúnaðarfelagi. Á aðalfundinum varð stórur dentur lagdur á ójøvnu kappingarstøðuna við aðrar alitjóðir, tí marknaðaratgongdin hjá føroyskum alifyritøkum er so nógv verri enn hjá kappingarneytunum.

Hósdagin 2. juni var aðalfundur í Føroya Havbúnaðarfelagi. Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, stóð fyri vali, og varð afturvaldur í nevndina fyri felagið.

 

Kjakið á aðalfundinum snúði seg serliga um, at marknaðaratgongdin fyri føroyskar alifyritøkur er munandi verri enn hjá kappingarneytunum, og at tað í løtuni eru lítil útlit til, at nøkur framstig verða gjørd á hesum øki, heldur tvørturímóti. Meðan flestu aðrar alitjóðir eru í samráðingum um nýggjar fríhandilsavtalur, hava Føroyar ongar samráðingar við onnur lond um nýggjar avtalur.

 

Aðalfundurin heitti tí á nevndina um at kanna og lýsa møguleikan fyri, at Føroyar gerast partur av størri skipanum ella sambondum, sum kunnu geva føroyskum alifyritøkum og øðrum útflytarum lættari atgongd til nýggjar fríhandilsavtalur.

 

Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum viðger spurningin um marknaðaratgongd og onnur viðurskifti av týdningi fyri føroyskan havbúnað. Frágreiðingin kann lesast her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi