Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. juni 2022
Tiltak um stýring av burturkasti verður fríggjadagin 17. juni
Seinasta freist at melda til tiltakið er á døgurða mikudagin 15. juni. Limafyritøkur í Vinnuhúsinum fáa høvi at kunna seg um loysnir til stýring og handfaring av burturkasti í fyritøkuni.

Fríggjadagin 17. juni kl. 14-15.30 verður tiltak fyri limafyritøkur í Vinnuhúsinum um stýring og handfaring av burturkasti í fyritøkuni. Tiltakið er eitt av fýra tiltøkum um burðardygd, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár.

Skeiðhaldararnir Beinta Højgaard Thomsen, KOB, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, fara at greiða frá, hvussu tað ber til hjá fyritøkum at loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtslu og vantandi stýring innan burturkast. Við støði í búskaparligum ringrásum verður víst á møguleikar fyri at betra stýringina av burturkasti hjá føroyskum fyritøkum.
 

Melda til í seinasta lagi mikudagin 15. juni kl. 12:00 við at senda teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja 309900.
 

Tiltakið er ókeypis fyri limafyritøkur í Vinnuhúsinum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi