Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 20. juni 2022
Semja við Maskinmeistarafelagið
Fríggjadagin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið undir nýggjan sáttmála galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,8 % 1. juni í ár og 4,04% 1. juni 2023, umframt aðrar tillaðingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2022-2024.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi