Fyri vali á aðalfundinum stóðu Bogi Jacobsen, Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen. Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen tóku við afturvali og vóru vald. Bogi Jacobsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag er sostatt mannað við Høgna Hansen, Kristoffur Laksá, Jens Meinhard Rasmussen, Jón Sigurdsson, Fróða Magnussen, Árna Ellefsen, Jóhannu á Bergi, Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar Boga Jacobsen fyri tíðina bæði sum nevndarlimur og formaður í felagnum. Bogi var valdur í nevndina í 2014 og gjørdist formaður í 2017. Hann hevur sostatt verið formaður í 5 ár. Honum verður ynskt blíðan byr í komandi tíðum.
Til ber at lesa ársfrásøgnina her.